Vilt tú gera mun fyri heimsins børn?

​​Sum føroyskur fundraisari verður tú partur av einum toymi, sum kunnar um og savnar pening inn til arbeiðið hjá UNICEF – heimsins størsta barnafelagsskapi. Í starvinum arbeiðir tú við munnligum samskifti og lærir ymiskar samrøðuteknikkir, umframt at tú fært innlit í UNICEF, ST og støðuna hjá heimsins børnum í nógvum ymiskum londum.

Eitt sindur um føroysku deildina
Føroyska toymið varð stovnað í 2020, og nú kunnu fólk í Føroyum eisini stuðla arbeiðinum hjá UNICEF. Okkara føroyska toymi hevur longu gjørt stóran mun fyri heimsins børn, serliga takkað verið teimum nógvu føroyingum, sum ynskja at hjálpa børnum um allan heimin við at fáa eina góða byrjan uppá lívið.

Um arbeiðið
Høvuðsuppgávan í starvinum er at varpa ljós á arbeiðið hjá UNICEF gjøgnum telefonina, har vit greiða frá, hvussu UNICEF ger mun fyri børnini. Okkara royndir vísa, at føroyingar eru vinarligir at práta við, og nógv ynskja at stuðla UNICEF.

Vit bjóða:

  • Eitt starv, har tú lærir um okkara hjálpararbeiði og hvønn dag gert stóran mun fyri heimsins børn.
  • Møguleika fyri at styrkja tínar yrkisligu førleikar ígjøgnum samskifti við nógv ymisk fólk.
  • Møguleika fyri yrkisligari menning – eitt nú eru fleiri í leiðsluni fyrrverandi fundraisarir.
  • Upplæring, har tú lærir um samrøðuteknikkir, argumentatión, retorikk og fundraising.
  • Eitt starv, har tú gerst partur av einum toymi við føroyskum starvsfelagum.
  • Eina fasta tímaløn við møguleika fyri lønarhækking.
  • Ókeypis mat, frukt og kaffi á skrivstovuni í Keypmannahavn.
  • Sosial tiltøk, áhugaverdar fyrilestrar, summarhugna og jólaborðhald.

Arbeiðsstað, arbeiðstíðir og løn

  • Skrivstovan liggur á Rentemestervej 62, København NV, har vit búleikast í nýggjum flottum hølum.
  • Tú arbeiðir 2 til 5 vaktir um vikuna, men tú kanst velja, nær vaktirnar skulu vera:
    • Dagvaktirnar eru frá kl. 09.45 til 16.00. Mánadag – fríggjadag.
  • Undir upplæring (2-4 vikur) er tímalønin kr. 125. Aftaná hetta er hon kr. 135 um tíman.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrun Henrysdóttir á ghenrysdottir@unicef.dk.

Um UNICEF  
UNICEF er felagsskapurin, sum heimsins lond hava valt at ganga á odda fyri at bjarga barnalívum og tryggja at teimum gongst væl. UNICEF virkar fyri øll heimsins børn, men við serligum atliti til tey, sum hava tað ringast. Karmarnir eru Barnarættindasáttmálin hjá ST og øll fígging er treyta av sjálvbodnum stuðli. UNICEF er rødd barnanna, tann hjálpandi hondin, uttan mun til, hvar tey búgva og tann lívbjargandi bráðfeingis neyðhjálpin undir stríði og vanlukkum. Vit bjarga lívinum hjá børnunum, frá tey eru í móðurlívið til vaksnamannalívið. Nærri upplýsingar á www.unicef.dk

 

 

 

Ansøg
Del i dit netværk
Job kategori: Telemarketing
Frist: Hurtigst muligt
Job type: Deltid og Fuldtid
Lokation: Rentemestervej 62, 1. sal, 2400, København, Denmark
UNICEF DANMARK
Rentemestervej 62
TLF: 35 27 38 00
CVR: 42 82 45 34
ps://www.linkedin.com/xxx" target="_blank">
Powered by Emply